- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristina spyr Jørgen um gegnið hjá Annfinni
Mongu kasjettarnir og gegnið hjá Annfinni V. Hansen skulu nú viðgerast politiskt.
Tað er serliga samanfallið millum leiklut hansara sum formaður í Gjaldstovuráðnum - ráðið, ið kom í staðin fyri Landsbankan - og leiklut hansara sum privatur sakførari hjá Jørgeni Niclasen, sum skal viðgerast í sambandi við ein grein 52 spurning, sum skal svarast skrivliga.
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi eigur fyrispurningin, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, er biðin um at svara.
Kristina Háfoss vil m.a. hava landsstýrismannin at vátta, um hann hevur havt formannin í Gjaldstovuráðnum til at arbeiða fyri seg í persónligum málum. Anfinn V. Hansen vendi sær vegna Jørgen Niclasen til ein journalist hjá portal.fo, í sambandi við eina grein um tollmálið hjá N. Niclasen, sum er nógv umrøtt seinastu vikurnar.
Kristina Háfoss setur spurnartekn við, um Annfinn V. Hansen kann virka óheftur av landsstýrismanninum sum formaður fyri Gjaldsstovuráðið, og samstundis virka sum sakførari hjá sama landsstýrismanni.
Nógvir kasjettar
Kasjettarnir hjá Annfinni V. Hansen hava verið nógvir seinastu tíðina:
- Formaður í Gjaldstovuráðnum, og harvið eisini formaður í Samhaldsfasta, sum hevur verið í samráðingum við CIP um at fíggja Eysturoyartunnilin.
- Kanningarstjóri og privatur sakførari fyri eitt nú Jørgen Niclasen.
Eftir mikið rumbil og mangar atfinningar, tók Annfinn V. Hansen seg tó aftur sum kanningarstjóri.
Jørgen Niclasen skal tó svara, um hann kendi til samráðingarnar millum Samhaldsfasta og CIP, og dupultleiklutin hjá Annfinni V. Hansen og í hesum sambandi.