- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara neyvan at krevja Thorning frá
Hóast Eindarlistin hevur ikki færri enn 15 spurningar til Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, tá samráð verður í morgin, vænta politiskir eygleiðarar á Christiansborg ikki, at Eindarlistin fer at krevja forsætisráðharran frá.
Helle Thorning-Schmidt er drigin upp í málið, sum endaði við, at Morten Bødskov legði frá sær sum løgmálaráðharri í desember, tí hann segði ósatt fyri fólkatingsins rættarnevnd um eina ætlaða vitjan hjá rættarnevndini í Christiania í Keypmannahavn.
Forsætisráðið fekk uppskot
Í gjár kom fram, at táverandi skrivstovustjórin í løgmálaráðnum longu 19. november sendi teldupost til forsætisráðið við uppskoti um, hvussu eitt tíðindaskriv frá Morten Bødskov skuldi orðast. Hetta var tríggjar vikur fyri, at Morten Bødskov legði frá sær 10. desember.
Eindarlistin er parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini, men politiski blaðstjórin á Børsen, Mads Brandstrup, væntar ikki, at flokkurin fer at krevja, at Helle Thorning-Schmidt skal fáa somu lagnu sum Morten Bødskov, sum Eindarlistin í veruleikanum noyddi frá.
Krevja ikki Thorning frá
Mads Brandstrup sigur við danska kringvarpið, DR, at Eindarlistin fer ikki at krevja forsætisráðharran frá, uttan so at tað verður staðfest, at samband hevur verið millum løgmálaráðið og forsætisráðið, og skrivstovustjórin í forsætisráðnum og Helle Thorning-Schmidt hava verið við til at orða frágreiðingina, sum Morten Bødskov gav rættarnevndini, áðrenn hann noyddist at leggja frá sær.