- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin vil siga nakað um uppsjóvarvirkið
Tað er framvegis ikki greitt, um stóra ætlanin um at byggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði verður framd.
Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, vil einki siga um málið nú. Og Sigurð Simonsen, býráðslimur, sum tók stig til at fáa uppsjóvarvirkið bygt, vísir nú til Odd Eliasen. Hann er talsmaður, sigur Sigurð Simonsen.
Fyrsta veruliga stigið er tó tikið, tí fyri einari viku síðani varð partafelagið Enni stovnað í Fuglafirði. Enni er stovnað við tí endamáli at seta pengar í nýggja uppsjóvarvirkið í býnum. Felagið ætlar at tekna seks milliónir krónur í partapeningi.
Fakfeløg og virki tekna 60 mió. kr.
Fakfeløg og virki í Fuglafirði stovnaðu felagið, sum saman við Havsbrún, Framherja og møguliga eisini Christiani í Grótinum í Klaksvík skal stovna felag at byggja og reka uppsjóvarvirki í Fugalfirði.
Óli Johannesen, formaður í arbeiðsmannafelagnum í Fuglafirði, er formaður í nevndini í Enni, og Sigurð Simonsen er stjóri í felagnum. P/f Enni ætlar at eiga tíggju prosent í felagnum, sum skal byggja uppsjóvarvirkið. Tað felagið skal hava 60 milliónir krónur í partapeningi.