Pedagogar og arbeiðsgevarar hittast seinnapartin

Pedagogar og arbeiðsgevarar hittast seinnapartin
Einki samband hevur verið millum partarnar, síðani Semingsstovnurin gav skarvin yvir tann 19. desember í fjør.
 
15.01.2014 - 11:23

Pedagogfelagið fer á fund við lønardeildina, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, klokkan 17 í dag.

Einki samband hevur verið millum partarnar, síðani Semingsstovnurin gav skarvin yvir tann 19. desember í fjør.

Báðir partar hava sagt, at tað er ikki serliga langt ímillum partarnar. Maud Wang Hansen sigur við útvarpið fyrrapartin, at ósemja er um eina orðing í sáttmálanum.

Byrjaðu 28. august

Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini, segði við útvarpið í síðstu viku, at hann skilti ikki, hví sáttmálin ikki var undirskrivaður. Hann vildi kortini ikki grundgeva fyri, hví hann hevur ta fatanina.

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 1. oktober, byrjaðu tann 28. august.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035