- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelsamráðingar í London hesa vikuna
Makrelsamráðingar byrja aftur í dag í London.
Ætlanin var, at Norra og ES skuldu hava eitt felags tilboð við til samráðingarborðið í dag, men eingin semja er funnin.
Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at norska stjórnin er ikki sinnað at geva íslendingum og føroyingum meira enn millum átta og tíggju prosent av kvotuni. Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, hevur fyrr skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av kvotuni.
Ov lítið
Føroyar vrakaðu tilboðið, tí tað var ov langt burtur frá føroyska kravinum. Føroyska kravið er 15 prosent, um makrelurin kann fiskast í sjóøki hjá hinum londunum, ella 24 prosent, um makrelurin bert skal fiskast í føroyskum øki.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sagt, at útlitini fyri semju eru góð, tí partarnar flyta seg nærri hvør øðrum. Samráðingarumfarið sum byrjar í dag, skal eftir ætlan vara til fríggjadagin.
20 samráðingarumfør hava verið, síðan Føroyar kravdu størri part av heildarkvotuni í 2009.