Ógreitt um kanningarstjórin fær samsýning

bannari
Ógreitt um kanningarstjórin fær samsýning
Løgtingsskrivstovan tekur ikki støðu til málið, fyrr enn hon hevur fingið rokningina
 
14.01.2014 - 15:15

Á Løgtingsskrivstovuni hava tey enn ikki tikið støðu til, um Annfinn Vitalis Hansen skal hava samsýning fyri arbeiðið sum kanningarstjóri.

Tað sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni.

Á Løgtingsskrivstovuni sleppa tey ikki undan at taka støðu til, um Annfinn Vitalis Hansen var gegnigur ella ógegnigur at vera kanningarstjóri. Enn er eingin støða tikin, hóast hann er farin frá sum kanningarstjóri. 

Hevur ikki rætt til samsýning

Advokatetisku reglurnar siga, at ein ógegnigur advokatur hevur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá málinum, tí advokaturin hevur skyldu til at boða frá beinanvegin, um hann er gegnigur til uppgávuna ella ikki.

Súsanna Danielsen hevur sagt, at hon hevði ikki skotið Annfinn Vitalis Hansen upp sum kanningarstjóra, um hon visti, at hann sum formaður í Samhaldsfasta hevði verið í beinleiðis tingingum við CIP. Men hon svarar ikki í dag, um tey fara at rinda honum samsýning fyri arbeiðið. Støða verður tikin, tá - og um - rokningin kemur, sigur hon.

Løgtingsskrivstovan kann eisini senda spurningin víðari til Advokatráðið at taka støðu, um hann er gegnigur ella ikki.

Væntar sær endurgjald

Annfinn Vitalis Hansen hevur sagt, at hann væntar sær endurgjald fyri tær útreiðslur, hann hevur havt, tí hann metir seg ikki vera ógegnigan.

Og sambært advokatetisku reglunum er tað avgerandi. Hann fær samsýning, um hann er gegnigur, og hann fær onga samsýning, um hann er ógegnigur. Tað skal Løgtingsskrivstovan fyrihalda seg til, um tey fáa rokning sendandi frá advokatinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740