- Tíðindi, mentan og ítróttur
SSL: Bogi Mortensen farin frá sum stjóri
SSL: Bogi Mortensen farin frá sum stjóri
Regin I. Jacobsen er settur fum fyribils stjóri á Strandferðsluni
13.01.2014 - 09:48
Stjórin á Strandfarskipum Landsins, Bogi Mortensen, er farin úr starvi.
Vinnumálaráðið og Bogi Mortensen hava gjørt eina fráfaringaravtalu, sum er grundað á setanarsáttmálan hjá Boga Mortensen.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett Regin I. Jakobsen í fyribils starv sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins, til nýggjur stjóri er settur. Regin I. Jakobsen er 47 ár, útbúgvin cand. merc.aud., og hevur m.a. starvast sum fíggjarleiðari í Vága Floghavn.
Í næstum verður lýst eftir nýggjum stjóra, sigur Vinnumálaráðið
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV