Løgtingsformaðurin hevur fund við kanningarstjóran

bannari
Løgtingsformaðurin hevur fund við kanningarstjóran
Løgmaður sigur, at hann vil hava annan - gegnigan - kanningarstjóra, tí hann er sjálvur partur av kanningini
 
10.01.2014 - 12:50

Stutt fyri middag fór Annfinn V. Hansen, advokatur, á fund við Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, og Súsonnu Danielsen, stjóra á løgtingsskrivstovuni, og lítið er at ivast í, at tað eru upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar um gegni hjá Annfinni V. Hansen sum kanningarstjóra, ið verða umrødd.

Súsanna Danielsen, stjóri, segði við Kringvarpið í gjár, at hevði hon vitað av, at Annfinn V. Hansen var vavdur upp í sama mál, sum skuldi kannast, ja, so hevði hon skotið hann upp sum evni til kanningarstjóra. 

Løgmaður vil hava annan kanningarstjóra

Samstundis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við útvarpið, at hann vil hava annan - og habilan - kanningarstjóra.

- Eg skal ikkil eggja meg útí, hvørjar kanningarstjórar løgtingsskrivstovan vísir á, men sum tann, ið skal kannast, havi eg rætt til at kunna líta á, at advokaturin, sum skal kanna meg er gegnigur, sigur løgmaður. 

Løgmaður sigur við útvarpið, at hann vil hava løgtingsformannin at seta ein nýggjan - og habilan - kanningarstjóra.

- Eg skal ikki blanda meg upp í, hvørjar kanningarstjórar løgtingsskrivstovan peikar á, men sum tann, ið skal kannast, havi eg rætt til at kunna líta á, at advokaturin, sum skal kanna meg er gegnigur.

 Tað er komið fram, at Annfinn V. Hansen, sum er settur at kanna leiklutin hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard, sum formaður í Samhaldsfasta sjálvur var beinleiðis uppi í samráðingum  við Copenhagen Infrastructure Partners um at vera við til at fíggja sama tunnil, hann nú er settur at kanna.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035