- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hans Enoksen ætlar at stovna nýggjan flokk
Grønlendski politikarin, Hans Enoksen, sum herfyri fór burtur úr flokkinum Siumut, er farin undir at savna undirskriftir til ein nýggjan flokk í Grønlandi.
Neyðugt er við 964 undirskriftum, fyri at flokkurin kann gerast veruleiki. Sermitsiaq skrivar, at nýggi flokkurin skal eita Partii Naleraq, sum merkir Ýti.
Stovnandi fundur í vár
Hans Enoksen, sum eisini hevur verið landsstýrisformaður í Grønlandi, sigur við blaðið, at hann vónar, at tað fer at bera til at savna undirskriftirnar eftir tveimum mánaðum, og so verður stovnandi aðalfundur í vár.
Nýggi flokkurin fer at leggja dent á fiskivinnu, veiðu annars, landbúnað og viðurskiftini á smáu plássunum, tá talan er um almannaviðurskifti. Hans Enosken sigur seg vera bjartskygdan, og hann væntar at fáa neyðugu undirskriftirnar, so nýggi flopkkurin kann stovnast.