Jørgen umhugsar at stevna fyri ærumeiðing

Jørgen umhugsar at stevna fyri ærumeiðing
Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur, at tíðindini, sum Portal. fo og Kringvarpið hava borið í tollmálinum, eru ósonn
 
09.01.2014 - 07:51

Jørgen Niclansen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur biðið ein advokat kanna, um Kringvarpið og Portal.fo kunnu stevnast fyri ærumeiðing ella kærast til Fjølmiðlakærunevndina ella um onnur stig skula takast móti fjølmiðlunum báðum.

Og málið er tollurin, sum partafelagið N. Niclasen í Sørvági ikki rindaði fyri vørur, sum fyritøkan seldi síðst í fýrsununum og fyrst í hálvfemsunum. Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P/f N. Niclasen. 

Ósonn tíðindi

Í tíðindaskrivi frá Fólkaflokkinum í gjárkvøldið sigur Jørgen Niclasen, at tíðindini, sum Portal.fo og Kringvarpið hava borið um lut hansara í tollmálinum síðani 19.desember í fjør, eru ósonn. Tíðindaflutningurin í Krigvarpi Føroya er grovt ærumeiðandi og í stríði við galdandi reglur um góðan fjølmiðlasið, verður staðfest í tíðindaskrivinum. 

Toll- og skattstovan meldaði upprunaliga málið um vantandi tollin til løgregluna í juli 1993. Løgreglan kannaði málið og avhoyrdi starvsfólk hjá toll- og skattamyndugleikunum. Í februar 1994 varð málið latið føroysku myndugleikunum aftur, tí fútin var í iva um nakar kundi revsast eftir tolllógini.

Málið slept

Fútin bað Toll- og skattstovuna um viðmerkingar til løgfrøðiligu metingarnar hjá løgregluni. Tær viðmerkingarnar komu ongantíð, og tí slepti fútin málinum í mars 1994.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740