- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Vetrarmorgun" á filmsstevnu í Berlin
Nýggjasti stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá, VETRARMORGUN, er boðin við til Berlin á filmsstevnuna, sum kallast "Berlinalan".
Sostatt verður fyrsta altjóða sýningin av filminum á hesi stóri filmsstevnuni, har hann skal kappast um tvær ymiskar virðislønir, umframt at Sakaris Stórá, leikstjóri, eisini er boðin til Berlin at greiða frá verki sínum.
Týdningarmikil stevna
Filmsstevnan í Berlin verður roknað millum tær týdningarmiklu í filmshøpi, ájavnt við stevnuna í Cannes. Í fjør vóru 124 lond umboðað á stevnuni, og meiri enn 300.000 atgongumerki seld.
Filmurin VETRARMORGUN snýr seg um ungu gentuna Mariu, ið Armgarð G. Mortensen spælir. Hon er á einum vegamóti. Alt er í broyting, hon ivast í sínum kynsliga samleika, og slaturin er farin at ganga um hana í bygdini. Filmurin er ein ungdómssøga um kærleika, vinarlag og samleika.
Tað er Fish and Film, ið hevur staðið fyri framleiðsluni, og filmurin varð frumsýndur á Sandi íoheyst.