Nú byrjar sakarmálið móti leiðsluni í gamla Eik

Nú byrjar sakarmálið móti leiðsluni í gamla Eik
Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt gomlu leiðsluni og grannskoðaranum eftir 150 milliónum kr.
 
07.01.2014 - 08:49

<p>Nú byrjar sakarmálið ímóti gomlu leiðsluni í Eik banka. Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt gomlu leiðsluni og grannskoðaranum eftir 150 milliónum kr.</p>

<p>Teir sum eru stevndir eftir endugjaldinum eru fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik banka, Fritleif Olsen, og fyrrverandi næstformaðurin í nevndini, Odd Bjellvåg. Fíggjarligt støðufesti stevnir eisini fyrrverandi forstjóranum, Marner Jacobsen og fyrrverandi stjóranum, Bjarna Olsen.</p>

<p>Grannskoðarafyritøkan Nota og grannskoðarin, Hans Jóhan Laksá, eru eisini við í stevningini. Fyrireikandi rættarfundur verður 17. januar.</p>

<p>Tá verður gjørt av, hvussu rættarmálið skal fara fram. Nevndarformaðurin í næstformaðurin í nevndini hava føroyskar advokatar at umboða seg, meðan hinir hava danskan advokat.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740