- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus Hansen gevst í Grønlandi
Hanus Hansen hevur lagt frá sær sum nevndarformaður í grønlendsku feløgunum Arctic Prime Productions og Arctic Prime Coastal.
Tað skrivar Sermitsiaq.
Eftir sjey ár í Grønlandi eru partabrøvini seld íslendskari familjufyritøku, har Gudmundur Kristjansson í Reykjavík er nevndarformaður.
Sermitsiaq skrivar, at hvørgin parturin vil upplýsa sølukostnaðin, men Hanus Hansen staðfestir kortini, at upphæddin samsvarar við tað, sum føroyingar hava sett í feløgini.
Mist nógvan pening
- Vit hava mist nógvar pengar í Grønlandi, og fíggjarliga eru vit undir trýsti í Føroyum. Tí tóku vit av tilboðnum úr Íslandi, sigur hann við blaðið.
Arctic Prime Production rekur trý virki, tey eru í Qaqortoq, Nanortalik og Kuummiut, meðan dótturfeløgini hava tveir stórar trolarar og reka fleiri minni fiskifør.
Hallið í 2012 var 13,7 milliónir krónur. Tilsamans høvdu feløgini ein negativan eginkapital upp á 17,5 milliónir krónur.