- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskivinnuroyndir: 11 nýggjar verkætlanir
Fiskivinnuroyndir: 11 nýggjar verkætlanir
Tilsamans eru játtaðar góðar fimm milliónir kr. til 18 verkætlanir næstu tvey árini
07.01.2014 - 15:13
Fiskimálaráðið hevur játtað pening til 11 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir í ár. Harumframt er framhaldandi játtan latin sjey verkætlanum, sum byrjaðu í 2011/12 og 2013.
Tilsamans fáa 18 verkætlanir stuðul frá 2014-20116. Játtaðar eru 5,2 mió. kr., av hesum eru 3,7 mió. kr. eru fyri 2014. Í ár hava vinnufyritøkur fingið 62% av játtanini, Havstovan 28%, og aðrir granskingarstovnar hava fingið 9%.
Raðfestu økini eru:
Royndarveiða og virðisøking av fiski
Burðardyggur fiskiskapur
Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV