- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er skúvoyarskipið komið
Nú er skúvoyarskipið komið
Ymiskt skal gerast við skipið, áðrenn tað verður sett í sigling
06.01.2014 - 08:02
Nýggja skúvoyarskipið er komið til landið og liggur við bryggju á vestaru vág í Havn.
Ymiskt skal gerast við skipið, áðrenn tað verður sett i sigling. M.a. skal tað hava nýggjan motor og krana, og tað skal eisini sandblásast. Arbeiðið verður boðið út fyrsta dagin.
Siglir tvær ferðir so skjótt
Ferjan, sum skal avloysa Sildberan, er sjógóð, og tað siglir tvær ferðir so skjótt sum Sildberin, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Hon er smíðað í 1994, og tekur 30-36 fólk.
At keypa og uppstiga nýggju skúvoyarferjuna kostar tilsamans hálva sjeyndu millión krónur. Gongst sum ætlað, verður ferjan sett í sigling í vár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV