- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi borgarstjóri savnar partapening
Sigurð Simonsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Fuglafirði, tók tíðliga á heysti í fjør stig til at fáa bygt eitt uppsjóvarvirki í Fuglafirði. Hann hevur tosað við tveir stórar íleggjarar, Bakkafrost, sum eigur Havsbrún, og reiðaríið Framherja. Harafturat eru fakfeløgini og vinnuvirkini í Fuglafirði biðin um at seta pengar í.
Seinnapartin í dag verður fundur fyri øll tey, sum eru boðin at vera við í verkætlanini uttan teir tveir stóru íleggjararnar.
Sigurð Simonsen sigur, at ætlanin er, at allir teir smáu íleggjararnir skulu í eitt felag, sum so aftur skal vera við til at stovna felagið, sum skal byggja uppsjóvarvirkið.Millum teirra, sum eru biðin um at vera við, eru tey trý fakfeløgini í Fuglafirði.
Arbeiðsmannafelagið við
Arbeiðsmannafelagið hevði eykaaðalfund leygardagin. Óli Johannesen, formaður, sigur, at viðtøkurnar hjá felagnum krevja, at minst 60 limir skuldu vera á fundinum fyri at hann kundi vera viðtøkuførur. Tveir triðingar av fundarmonnunum skuldu atkvøða fyri, um felagið skal seta pengar í uppsjóvarvirkið.
62 limir vóru á fundinum, og sambært formanninum atkvøddu 98 prosent fyri, at felagið skal seta pengar í. Hvussu nógv, talan er um, vil formaðurin ikki siga enn.
Margretha Rasmussen, forkvinna í Fuglafjarðar arbeiðskvinnufelag, sigur, at tær hava ikki viðgjørt málið enn. Hjá teimum krevst eisini, at kallað verður til eykaaðalfundar, men tað er ikki gjørt enn.
Jóhan Hansen, formaður í Handverkarafelagnum, sigur, at nevndin í felagnum hevur viðgjørt fyrispurningin og nevndin er positiv. Meira vil hann ikki siga í dag. Hjá Handverkarafelagnum er ikki, sambært viðtøkunum, neyðugt at hava eykaaðalfund um slík mál sum hetta.
25-30 prosent
Sigurð Simonsen sigur, at miðað verður eftir at fáa 25 til 30 prosent av 200 milliónum í partapeningi.
Sigurð Simonsen var borgarstjóri í Fuglafirði, tá býráðið í september í 2009 samtykti at fáa eina frágreiðing, eitt prospekt, um at bjóða fram øki til virki at gera matvørur úr uppsjóvarfiski. Frágreiðingin skuldi gerast fyri at fáa íløgur til verkætlanina. Kommunan kundi bjóða eitt grundstykki og bryggju.
Farec International hjá Óla Samró fekk uppgávuna frá býráðnum. 25.februar í 2010 legði Óli Samró frágreiðingina fyri býráðið.
Og fyrst í juni í 2011 visti Útvarpið at siga, at Óli Samró, stjóri í Farec International, og hetlendingurin, Derek Hunter Leask, høvdu stovnað holdingfelagið Mountain Pelagic Holding. Holdingfelagið stovnaði síðani Mountain Pelagic. Tá var klárt at fara til íleggjarar og finna fígging til uppsjóvarvirkið, sum skuldi byggjast í Fuglafirði.
Feløgini strikað
Beint fyri ólavsøku í 2011 var borgarstjórin í Fuglafirði so bjartskygdur, at hann væntaði, at Mountain Pelagic kundi taka í móti fyrstu lastini í august ella september í 2012. Men 29.august í fjør vórðu smápartafeløgini Mountain Pelagic Holding og Mountain Pelagic í Fuglafirði send Skiftirættinum til tvingsilsavtøku. Og 6.november vórðu bæði feløgini strikað í partafelagsskránni.
Sigurð Simonsen sigur í dag, at tá Varðin fyrst í 2012 gjørdi av at byggja uppsjóvarvirki á Tvøroyri, var ikki longur grundarlag fyri ætlaða virkinum í Fuglafirði. Men við teimum stóru kvotunum, sum nú eru, eigur grundarlag at vera fyri einum virki afturat, sum kann taka í móti svartkjafti, makreli, sild og lodnu, heldur Sigurð Simonsen.