- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álitisfólk viðgera sáttmálastøðuna
Álitisfólkini hjá Pedagogfelagnum eru biðin um at koma á fund seinnapartin í morgin at umrøða støðuna, nú felagið framvegis ikki hevur fingið nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór út gildi 1.oktober í fjør.
Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin um at fara í verkfall, nú sáttmálaloysi er. Støða verður ikki tikin til verkfall, fyrr enn nevndin hevur tosað við álitisfólkini. Og tað verður seinnapartin í morgin.
Einki samband hevur verið millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, síðani Semingsstovnurin gav skarvin yvir tann 19.desember.
Arbeiðsgevararnir hava heldur ikki boðað frá, at teir lýsa verkbann.