- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog: Partaeigari finst at landsstýrinum
Tað skrivar Adrian Noskwith í brævi til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og Niels Mortensen, nevndarformann í Atlantic Airways.
Adrian Noskwith hevur verið misnøgdur við støðuna leingi, men avgerðin um útboðið av tollfríu søluni fær bikarið at flóta yvir.
Tæna bara sær sjálvum
Noskwith skrivar í brævinum, dagfest 30. desember 2013, at tað fær avleiðingar fyri flogfelagið, at almenna floghavnin fer nú sjálv at reka tollfríu søluna. Atlantsflog hevur annars rikið tollfríu søluna seinastu árini.
- Við avgerðini tænir landsstýrið og floghavnin sær sjálvum, og ikki ferðafólkunum og flogfelagnum, skrivar hann.
- Landsstýrismaðurin hevur ofta sagt seg harmast flogferðaprísirnar. At floghavnin fer at reka tollfríu søluna bøtir ikki um ta støðuna.
Nú er vandi fyri, at prísirnir verða enn hægri, skrivar hann í brævinum og leggur áherðslu á, at landsstýrið røkir bara sínu egnu áhugamál.
Noskwith undrast somuleiðis á avgerðina at koyra Magna Arge frá sum stjóra, sum hevði góð úrslit at vísa á. Hann heldur ikki, at grundgevingin fyri at seta Jørgen Holme í starv var nóg góð, og hann bíðar enn eftir einari haldgóðari frágreiðing.
Johan Dahl blandar seg
Noskwith finst eisini at, at Johan Dahl sum landsstýrismaður í vinnumálum blandar seg í nevndaravgerðir. Hann lovaði annars, at landsstýrið fór at halda seg til armslongdarprinsippið, tá ein triðingur av felagnum varð privatiseraður í 2007.
- Á seinasta aðalfundi misbrúkti hann sína støðu og feldi eitt uppskot um vinningsbýti, sum allir privatu partaeigararnir tóku undir við, skrivar hann.
Kennir seg snýttan
Adrian Noskwith hevur fyrr sagt, at landsstýrið hevur snýtt seg. Tá hann keypti partabrøv í Atlantsflog, var ætlanin, at ein størri partur av felagnum skuldi einskiljast. Tað er enn ikki hent. Hetta endurtekur hann í brævinum til Johan Dahl og Niels Mortensen.
Adrian Noskwith skrivar í brævinum, at hann vil fundast við landsstýrismannin og nevndarformannin um tollfríu søluna, knappliga stjóraskiftið og hvønn leiklut smærru partaeigararnir skulu hava í felagnum í framtíðini.
Noskwith keypti partabrøv í Atlantsflog í 2007, tá felagið var skrásett á keypsskálanum í Reykjavík og Keypmannahavn. Hann eigur 5,7 prosent av Atlantsflogi. Vinnumálaráðið eigur enn 67 prosent. Restina eiga gott og væl 1100 smáir partaeigarar.