Triði hvør veit ikki hvar krossurin skal setast

Triði hvør veit ikki hvar krossurin skal setast
Veljarakanningin, sum Kringvarpið hevur latið gera, vísir, at 31 prosent av veljarafjøldini veit ikki, hvønn tey skulu velja, ella atkvøða blankt
 
26.11.2013 - 08:23

Hevði løgtingsval verið nú, hevði triði hvør veljari ikki vitað, hvar krossurin skuldi verið settur.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Tað merkir, at hóast andstøðuflokkarnir sambært kanningini fáa 17 tingsessir, so eru tey, sum ikki vita, hvat tey skulu velja, so mong, at teirra atkvøða umboðar ein triðing av øllum tingsessunum, t.e. 10-11 tingsessir.

Kanningin vísir, at fjórða hvørt mannfólk og fýra av 10 kvinnum vita ikki, hvønn tey skulu velja, ella høvdu atkvøtt blankt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896