Tunnilsmálið: Andstøðan ikki fingið fundarboð

bannari
Tunnilsmálið: Andstøðan ikki fingið fundarboð
Ein breið semja krevur, at andstøðan eisini sleppur at seta síni fingramerki, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
 
25.11.2013 - 11:40

Andstøðan hevur eingi fundarboð fingið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um tunnilsmálið.

Jørgen Niclasen boðaði í løgtinginum í farnu viku frá, at hann í hesari vikuni fór at bjóða andstøðuni við til samráðingar um eina felags tunnilsloysn, sum eitt samt løgting kanna taka undir við.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina samrøðu við Jørgen Niclasen, sum var á landsstýrisfundi fyrrapartin, men í stuttum tekstboðum skrivar landsstýrismaðurin, at arbeitt enn verður við málinum, hóast andstøðan ikki enn hevur fingiðå fundarboð.

Blástempla onga loysn

Andstøðuflokkarnir fara ikki at blástempla eitt liðugt uppskot frá fíggjarmálaráðharranum, sambært Høgna Hoydal.

- Vil Jørgen Niclasen hava breiða semju í løgtinginum um eina tunnilsloysn, skulu veruligar samráðingar til, har andstøðan sleppur at seta síni fingramerki, sigur formaður í Tjóðveldi í stuttari viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896