Grønlendingar stovna umboðsstovu í USA

Grønlendingar stovna umboðsstovu í USA
Danskur serfrøðingur heldur, at hetta stigið eigur at gera danskar myndugleikar stúrnar
Grønlendska landstingið hevur sett pening av til umboðsstovu í Washington
 
25.11.2013 - 10:21

Grønlendska Sjálvstýrið fer at stovna umboðsstovu í Washinton. Hálv triðja millión krónur er sett av á fíggjarlógini næsta ár til umboðsstovuna.

- Hetta er greitt tekin um, at Grønland tekur ikki undir við, at uttanríkispolitikkur er ríkismál, sigur Lars Hovbakke Sørensen, serfrøðingur í grønlendskum viðurskiftum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við Jyllands-Posten.

Hann heldur, at hetta stigið eigur at gera danskar myndugleikar stúrnar.

Fara ikki út um mark

Høvuðsendamálið at stovna umboðsstovu í Washington er alment at viðurkenna, at USA í mong ár hevði herstøð í Thule, og at fremja samhandilin við amerikanarar.

- Grønland hevur seráhugamál á fleiri uttanríkispolitiskum økjum, og tað ber til at røkja hesi áhugamál uttan at fara út um mark í sjálvstýrislógini, sigur Adam Worm, varastjóri á umboðsstovuni hjá grønlendska sjálvstýrinum í Grønlandi, við Jyllands-Posten.

- Men tað er greitt, at grønlendska umboðsstovan í USA er tekin um, at Grønland leggur størri dent á uttanríkispolitiska sambandið enn fyrr, sigur Adam Worm.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896