Sleppa ikki at atkvøða eftir egnari sannføring

Sleppa ikki at atkvøða eftir egnari sannføring
Løgmaður sigur, at tá andstøðan kemur við uppskotum, ið seta samgongustevið í vanda, skulu tey viðgerast í samgonguni fyrst
 
22.11.2013 - 09:53

Samgongutinglimir sleppa neyvan at atkvøða eftir egnari sannføring, tá uppskotið um at loyva samkyndum gifta seg borgarligt, kemur fyri tingið.

Løgmaður sigur við Sosialin í dag, at samgongan hevur bundið seg til, at hon tekur felags støðu til andstøðuuppskot.

Ikki í samgonguskjalinum

- Í samgonguni hava vit avtalað, at tá andstøðan kemur við uppskotum, ið kunnu seta samgongustevið í vanda, skulu hesi uppskot viðgerast í samgonguni fyrst. Mín uppgáva sum samgonguleiðari er at tryggja, at vit fylgja samgonguskjalinum. Og eg kann bara staðfesta, at hetta andstøðuuppskotið er ikki við í samgonuskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johannensen við Sosialin í dag.

Uppskotið, sum tey trý, Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen, løgdu fyri tingið mikudagin kemur til fyrstu viðgerð í aðru viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896