Klaksvík kostar 107 mió. kr. at reka næsta ár

Klaksvík kostar 107 mió. kr. at reka næsta ár
Íløgur verða gjørdar fyri 37 mió. kr., m.a. til bussleið. Skattaprosentið lækkar 0,25 prosentstig
 
22.11.2013 - 08:02

Klaksvíkar kommuna hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Inntøkurnar fyri 2014 eru settar til 163,5 milliónir kr., raksturin verður 106,8 milliónir kr., og íløgur skulu gerast fyri 36,7 milliónir kr. Býráðið hevur samtykt at lækka skattaprosentið við 0,25 prosentstigum, niður í 21,5 prosent.

Ansingargjøldini lækka við einum fjórðingi, systkinaavslátturin hækkar upp í 25 prosent, og barnafrádrátturin hækkar upp í 4.500 kr. Kommunan ætlar eisini at seta eina bussleið á stovn.

Skúlin á Ziskatrøð

Av nýggjum íløgum er skúlabyggingin á Ziskatrøð størsta einstaka verkætlanin, og níggju milliónir kr. verða settar av til arbeiðið. Farið verður eisini undir at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin, og arbeiðið at gera rennibreyt byrjar.

Fýra milliónir kr. skulu brúkast til svimjihøllina, og pengar skulu eisini nýtast til Badmintonhøllina og KÍ-høllina, sum kommunan nú eigur.

Pengar verða setir av til sjóhita, so skúlarnir, hallirnar og aðrir bygningar verða hitaðir við grønari orku. Eisini verða pengar settir av til at betra um viðurskiftini á havnalagnum, og hildið verður fram við at gera eitt nýtt ídnaðarøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981