Jørgen Niclasen kærdur til formansskapin

Jørgen Niclasen kærdur til formansskapin
Kristina Háfoss hevur kært landsstýrismannin í Fíggjarmálum til formansskapin fyri at leggja uppskot fyri løgtingið, áðrenn hoyringsfreist
 
13.11.2013 - 15:24

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur nú kært landsstýrismannin í fíggjarmálum til formansskapin fyri at leggja uppskot fyri løgtingið, áðrenn hoyringsfreistin er farin.

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi vísir á eina røð av uppskotum, sum Jørgen Niclasen hevur lagt fyri løgtingið, áðrenn freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er úti. Eitt nú forskatting av pensjónum, flatskatt, avtøku av Landsbanka Føroya og nú seinast eitt lógaruppskot um broytingar í eftirlønarøkinum.

Í kæruni til formanskapin vísir Kristina Háfoss millum annað á, at um óvanin heldur fram, so er vandi fyri, at hoyringspartarnir gevast við at lata hoyringssvar inn, tá hesi ikki verður tikin fyri fult.

Í kæruni heitir tingkvinnan eisini á formansskapin um at heita á løgmann um at syrgja fyri, at landsstýrisfólkini halda ásetingarnar í Tingskipanini, tá tey leggja lógaruppskot fyri tingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896