Tunnilsmálið jólatrøll í rættarnevndini

bannari
Tunnilsmálið jólatrøll í rættarnevndini
Freistin er longd til 4. februar, og nevndin ger einki, so leingi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, arbeiðir við málinum
 
08.11.2013 - 09:51

Tunnilsmálið verður jólatrøll í løgtingsins rættarnevnd.

Nevndin hevur nú fingið freistina longda til 4. februar, upplýsir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Ger einki við málið

Rættarnevndin ger einki við tunnilsuppskotini, so leingi Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður í tunnilsmálum, roynir at finna semju um, hvussu tunnilsmálið skal loysast. Nevndin n hevur havt fimm uppskot um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna síðani 6.august, tá fyrsta viðgerð var í tinginum.

Stígur í

Men nevndin var ikki liðug við málini, tá stígur kom í ætlanina hjá Innlendismálaráðnum og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Fíggjarnevndin hevur eisini tvey tunnilsuppskot. Fíggjarnevndin hevur ikki biðið um at fáa longda freist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896