- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsuppskotið er lagt fram
Semingsuppskotið er lagt fram
Partarnir skulu svara í seinasta lagi, tá Teistin hevur lagt at á Gomlurætt á túrinum úr Skopun klokkan 16.30
08.11.2013 - 14:29
Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur lagt semingsuppskot fyri yvirmannafeløgini og Fíggjarmálaráðið, og partarnir skulu svara seinnapartin.
Samráðingarfólkini, sum hava verið á Deplinum í Skálavík síðani mikudagin, fara úr Skopun við Teistanum klokkan 16.30. Avtalað, at teir skulu svara í seinasta lagi, áðrenn Teistin hevur lagt at á Gomlurætt umleið hálvan tíma seinni.
Spurniningurin er, hvat hendir, um semingsuppskotið verður vrakað.
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann kann ikki góðtaka, at strandfaraskipini verða løgd, og tí fer hann væntandi í tingið við einum lógaruppskoti, sum forðar fyri, at skipini verða løgd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV