- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður farið undir saltsiloina á Drelnesi
Nú er líkt er til, at Saltsiloin á Drelnesi loksins verður veruleiki.
Tað kemur fram í brævi, sum fíggjarmálaráðið hevur sent øllum løgtingslimum.
Verkætlanin fekk eitt skot fyri bógvin í vár, tá tað vísti seg, at tilboðini, ið komu inn, vóru hægri enn stuðulsupphæddin upp á tilsamans 58 milliónir krónur frá A. P. Møller Maersk Grunnurin, danska ríkiskassanum og løgtinginum. Landskassans partur er 20 milliónir krónur.
Samráðst um nýggja avtalu
Síðani hevur Saltsilogrunnurin samráðst við TG Verk um at gera nýggja avtalu, sum heldur seg innan fyri karmin. Hetta verður gjørt við at skarva burtur av verkætlanini. Eitt nú er síðubygningurin tikin burtur.
Danski staturin og A. P. Møller Maersk Grunnurin hava longu boðað frá, at teir góðkenna broyttu verkætlanina.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur í brævinum til løgtingslimirnar, at hann týsdagin fer at geva Saltsilogrunninum grønt ljós, treytað av at ráðið millum annað fær frágreiðing hvønn mánað, hvussu verkætlanin gongur.