Landsstýrismálanevndin til Noregs

Landsstýrismálanevndin til Noregs
Nevndin fer at vitja norsku landsstýrismálanevndina, ið hevur minnilutaverju
Sirið Stenberg, forkvinna, og hini í landsstýrismálanevndini fara til Noregs á kunningarferð
 
08.11.2013 - 14:09

Um eina góða viku fer Landsstýrismálanevndin til Oslo at hitta nevndina hjá stórtinginum, sum svarar til Landsstýrismálanevndina, og Sivil ombudsmanden, sum svarar til Løgtingsins umboðsmann.

Nevndin hjá stórtinginum eitur Kontrol og konstitutionskommittéen. Í henni eru 11 fólk.

Minnilutaverja

Norska nevndin hevur minnilutaverju. Tað hevur Landsstýrismálanevndin ikki. Vilja í minsta lagi fýra limir av teimum 11 nevndarlimunum í Noregi hava nevndina at viðgera eitt mál, skal málið viðgerast.

Í Landsstýrismálanevndin krevst meiriluti, tveir av trimum nevndarlimum, fyri at fáa nevndina at fara í holt við eitt mál.

Limirnir í Landsstýrismálanevndini og skrivarin fara til Noregs 18.november, og koma heim aftur 20.november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896