- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimti hvør gevst á Fróðskaparsetrinum
Fimti hvør gevst á Fróðskaparsetrinum
Av teimum 225, sum byrjaðu á Setrinum í ár, eru 16 longu givin
08.11.2013 - 08:39
Øll, sum sleppa inn á Fróðskaparsetrið, taka ikki av. Og nógv, sum taka av, gevast.
Seinastu trý árini hevur Fróðskaparsetrið givið 644 umsøkjarum játtandi svar. Av teimum tóku 588 av og fóru undir útbúgvingina.
Men fimti hvør, 127, eru givin. Tað svarar til 21,6 prosent.Tølini hevur Fíggjarnevndin fingið frá Mentamálaráðnum.
Í ár fekk Fróðskaparsetrið 378 umsóknir. 274 vórðu tikin upp, 225 byrjaðu og longu nú eru 16 givin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV