144 umsóknir um næmingabústaðir

144 umsóknir um næmingabústaðir
Umsóknir eru úr Vági og Klaksvík, men Mentamálaráðið hevur ongar pengar at byggja fyri
 
08.11.2013 - 08:51

Mentamálaráðið hevur umsóknir um 144 næmingabústaðir liggjandi. Onnur er úr Vági. Hon er um næmingaheim við miðnámsskúlan í Suðuroynni. Sambært umsóknini er ætlanin at gera 44 íbúðir. Hin umsóknin er úr Klaksvík, har ætlanin er at byggja heim í miðbýnum til 100 næmingar.

Men Mentamálaráðið hevur ikki pengar til næmingaheim.

Svarað spurningum

Mentamálaráðið hevur svarað einari rúgvu av spurningum frá Fíggjarnevndini, sum viðger fíggjarlógina. Men landsstýrið hevur tosað nógv um lestrarbústaðir, nú ætlanin er at útbúgva fleiri fólk í Føroyum, svarar Mentamálaráðið.

Í fyrstu syftu er lógargrundarlagið undir Bústøðum broytt soleiðis, at stovnurin nú eisini kann byggja, eiga og reka lestrarbústaðir. Hendan byggingin er eisini undantikin meirvirðisgjaldi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896