- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønargjaldingarnar vaksnar í heyst
Lønargjaldingarnar í september og oktober vóru tær hægstu higartil í ár. Tað upplýsir Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp.
Bæði í september og oktober vóru árstíðarjavnaðu lønirnar áleið 618 mió. kr. hvønn mánað. Í vár vóru lønirnar um 590 mió. kr. um mánaðin, men gongdin vísir, at vøkstur hevur verið í lønargjaldingunum síðani apríl, sigur Hagstovan.
Fleiri lønir í fiskivinnuni
Síðstu tveir mánaðirnar eru fleiri lønir goldnar í fiskivinnuni. Tí er afturgongdin, sum var fyrrapartin av árinum, vend til framgongd upp á 1,2%. Í byggivinnuni er gongdin tann sama, men enn er øll afturgongdin í vinnuni ikki vunnin innaftur.
Størsta framgongdin er innan almennar tænastur, og sjálvt um lagt verður upp fyri verkfallinum í fjør, er tað framvegis innan almennar tænastur, at størsta framgongdin í lønargjaldingunum er, sigur Hagstovan. Vøksturin í lønargjaldingum innan innan tað almenna er trý prosent, ella 99 milliónir krónur.