- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðaskrivstova av knóranum: Næmingar fáa einki endurgoldið
Námsferðin, sum skuldi vera ein stuttlig ferð til Turkalands hjá 16 HF-næmingum, endaði við at gerast ein útreiðsla uttan nakra Turkalandsferð, tí ferðaskrivstovan Scanway Tyrkiet Eksperten fór av knóranum um vikuskiftið, HF-næmingarnir høvdu keypt ferðaseðilin frá hesi ferðaskrivstovuni.
HF-næmingarnir fáa hvørki upphæddina fyri flogseðilin ella gistingaruppihaldið í Turkalandi aftur. Teir hava mist oman fyri 50.000 krónur.
Ber til at tryggja seg
Tað ber til at tryggja teg, so tú ikki endar í eini støðu, har tú einki fær afturgoldið, um eitt flogfelag fer á heysin. Men tað krevur, at tú keypir eina pakkaferð, t.e. keypir ferðaseðil og hoteluppihald frá sama felag, tí tá tekur Rejsegarantifonden við, um ein óheppin støða tekur seg upp, sum tann hjá HF-næmingunum.
Føroyski HF-flokkurin fær einki afturgoldið, tí tey hava keypt ferðaseðil og hoteluppihald frá tveimum ymiskum veitarum.
Ferðatryggingar hjá føroysku tryggingarfeløgunum taka heldur ikki við, um eitt felag, sum selur ferðaseðlar, fer av knóranum. Ferðatryggingarnar taka við øllum øðrum, um sjúka rakar, mjørki darvar ella okkurt annað.
Til Póllands
Føroysku HF-næmingarnir hava verið í Keypmannahav síðani leygardagin, og fleiri hava tí eisini verið noydd at goldið fyri uppihald har. Ferðaseðil heimaftur til Føroya hava næmingarnir ikki fyrr enn 20. oktober, og tískil hava summir av HF næmingunum avgjørt at fara til Póllands.