- Tíðindi, mentan og ítróttur
Toskakvotan í Barentshavinum ein millión tons
Toskakvotan í Barentshavinum ein millión tons
Hildið verður, at toskurin í Barentshavinum er verdur slakar 14 milliardir kr.
14.10.2013 - 14:22
Toskakvotan í Barentshavinum verður næstan ein millión tons næsta ár.
Norra og Russland eru vorðin samd um, at kvotan næsta ár verður 993.000 tons, sum er 7.000 tons minni enn í ár. Kvotan er ásett eftir tilmæli frá ICES, altjóða havrannsóknarstovninum.
Eingin sáttmáli við norðmenn
Føroyar hava avtalu við Russland um tosk í Barentshavinum, men samráðingar um kvotuna næsta ár hava ikki verið enn. Seinastu árini hevur eingin avtala um sínámillum fiskirættindi verið millum Føroyar og Norra, millum annað um tosk í Barentshavinum.
Toskakvotan í Barentshavinum næsta ár er mett at vera verd slakar 14 milliardir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV