- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiveiðieftirlitið: Eingin verður meldaður
Fiskiveiðieftirlitið fer ongan at melda í hesum umfarinum fyri ikki at boða frá landingum og avreiðingum. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri. Næst seinasta fríggjadag hótti Fiskiveiðieftirlitið við fútanum, tí fráboðanir fyri yvir hálva milliard krónur í landingum og avreiðingum vóru ikki komnar.
Boðini vóru greið: nú fekk vinnan eina viku at avgreiða fráboðanirnar, annars vórðu brotina á kunngerðina latin fútanum. Sambært kunngerð, sum kom í mai í fjør, skulu virki, sum keypa fisk, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá við telduboðum, hvat avreiðingarvirðið er. Tá landað verður uttanlands, skal skipið boða frá.
Elmar Højgaard sigur í dag, at tað verður ikki neyðugt at melda nakran í hesum umfarinum. Á heimasíðuni gjørdi Fiskiveiðieftirlitið eisini greitt, at í framtíðini verða brotini á kunngerðina uttan ávaring latin fútanum.