Keypa skip til Skúvoyarleiðina

Keypa skip til Skúvoyarleiðina
Skipið skal avloysa Sildberan, sum er bygdur í 1979
 
30.09.2013 - 15:05

Landsstýrið ætlar at keypa eitt 19 ára gamalt skip til Skúvoyarleiðina. Við øllum kostar skipið, sum er danskt, 6,5 mió. kr.

Strandferðslan hevur funnið skipið fyri landsstýrið. Skipið er bygt í 1994, tað tekur 30 til 36 ferðafólk og fimm tons av farmi. Tað siglir 16 til 22 míl.

Landsstýrið hevur biðið um eykajáttan í ár, tríggjar milliónir krónur, til skipið, so tað kann fáast til Føroya í ár.

Pengarnir skulu takast frá játtanini til Nólsoyarferjuna, sambært eykajáttanarlógini.

Næsta ár skal skipið umbyggjast og uppstigast. Skipið, sum verður keypt til Skúvoyarleiðina, kemur í staðin fyri Sildberan, sum er bygdur í 1979.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652