- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjak um Eysturoyartunnilin í sjónvarpinum
Kjak um Eysturoyartunnilin í sjónvarpinum
Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, fara at kjakast um tunnilsuppskotini frá embætisbólkinum
24.09.2013 - 11:18
Skal Eysturoyartunnilin gerast sum ein privat loysn, almenn partafelagsloysn ella ein almenn/privat loysn?
Ein embætisbólkur hevur júst latið landsstýrinum eitt tilmæli, har tey í fyrsta lagi mæla til eina almenna partafelagsloysn og í øðrum lagi til eina almenna/privata loysn, men arbeiðsbólkurin tekur als ikki møguleikan um eina privata loysn við í sínum tilmæli.
Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður hjá Tjóðveldi í tunnilsmálinum, fara at kjakast í sjónvarpsstovuni eftir Dag&Viku í kvøld. Beinta Løwe Jacobsen er vertur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV