- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða til Kaj Leo og Kári eru lidnir at samskifta
Rættarnevndin hjá løgtinginum viðger ikki uppskotið um Skálafjarðartunnilin, so leingi sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður samskiftir við Kára P. Højgaard, landsstýrismann um málið.
Tað sigur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, forkvinna í rættarnevndini.
Nú er komið undan kavi, at umsitingin í landsstýrisnum hevur skrivað 11 síður av atfinningum ímóti uppskotinum. Atfinningarnar og spurningarnir vórðu ikki latin løgtinginum, og heldur ikki løgd fyri landsstýrið, tá uppskotið varð umrøtt á landsstýrisfundi.
Tað hevur fingið Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, at biðja Kára P. Højgaard, landsstýrismann um eina frágreiðing.
Landsstýrismaðurin hevur svarað, men so leingi sum samskifti er ímillum løgmann og landsstýrismannin, fer rættarnevndin ikki at viðgera tey fimm uppskotini um tunlar, sigur forkvinnan í rættarnevndini, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum