Auður komin til Porkeris

Auður komin til Porkeris
Klokkan hálvgumtíggju í gjárkvøldið kom árabáturin Auður til Porkeris
Íslendski báturin, Auður, kom á Porkeri í gjárkvøldið. Seinasti teinurin var rættiliga strævin, verður sagt.
 
24.07.2013 - 10:30

Nógv fólk var á bryggjuni og tók í móti teimum fýra íslendingunum, sum høvdu róð úr Kirkwall í Orknoyggjunum í hálvt fjórða samdøgur.

Teir mistu róðrið mánanáttina, og tað darvaði teir nógv. Seinasti teinurin var strævin hjá teimum.

Innivist í Porkeri
Íslendingarnar hava fingið innivist hjá fólki í Porkeri. Og í kvøld klokkan sjey skipar bygdarráðið í Porkeri fyri móttøku í Húsinum við Á, har sum manningin á Øyduri eisini fer at siga frá ferðini.  

Teir fýra ætla sær til Havnar á ólavsøku og síðani verður róð til Íslands, tá veðrið verður til vildar.

Næsta ár er so ætlanin at rógva úr Íslandi til Grønlands og Kanada. Ferðin byrjaði í Norra 10.juni og eina viku seinni koma teir til Kirkwall. Har bíðaðu teir í ein góðan mánað eftir líkindum at halda fram til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551