- Tíðindi, mentan og ítróttur
74 mió. kr. fleiri í lønum í ár
Lønarútgjaldingarnar í Føroyum halda fram at vaksa. Nýggjastu tølini yvir lønarútgjaldingar hjá Hagstovuni vísa, at tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnir í ár vóru goldnar 74 milliónir krónur meira í lønum enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 1,4 prosent.
Samanborið við lønarútgjaldingarnar í fjør, var afturgongd teir báðar fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Men nú tølini fyri triðja ársfjórðing vísa ein stóran vøkstur, kann Hagstovan vísa á ein vøkstur upp á 3,6 prosent í árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingunum fyri triðja ársfjórðing.
Flestu lønir í triðja ársfjórðingi
Vanligt hevur verið seinastu árini, at flestu lønir verða útgoldnar í triðja ársfjórðingi. Tó ikki í fjør, tá stórar útgjaldingar í hýrum gjørdu fjórða ársfjórðing til tann besta, skrivar Hagstovan á netinum.
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at ali- og kryvjivirkini er tann bólkurin, sum hevur havt størstu framgongdina í lønarútgjaldingum, 12,8 prosent. Síðan kemur bólkurin, sum eitur flutningur annars - tað er annar flutningur enn sjóflutningur - har vøksturin var 10,2 prosent, og gistingarhús og matvøruvirki, sum hava havt 10 prosent í lønarvøkstri fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.