- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú boða virkini frá landingum
Síðani Fiskiveiðieftirlitið fríggjadagin hótti við fútanum, eru nógvar fráboðanir komnar frá virkjunum, sum keypa fisk. Fráboðanir fyri yvir 500 mió. kr. í avreiðingum vóru ikki komnar, og tað fekk myndugleikarnar at missa tolið.
Fríggjadagin gjørdi Fiskiveiðieftirlitið vart við á sínari heimasíðu, at nú fekk vinnan eina viku at avgreiða fráboðanir um landingar, annars vórðu brotina á kunngerðina latin fútanum.
Skulu boða frá
Sambært kunngerð, sum kom í mai í fjør, skulu virki, sum keypa fisk, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá við telduboðum, hvat avreiðingarvirðið er. Tá landað verður uttanlands, skal skipið boða frá. Trygdargrunnur fiskivinnurnar skal brúka tølini, tí hann skal hava eitt prosent av avreiðingarvirðinum.
Hjá Trygdargrunninum verður tó sagt, at har eru tey ikki komin í neyð av vantandi fráboðanunum. Fiskiveiðieftirlitið staðfesti í síðstu viku, at nógvar landingar í 2013 vóru ikki fráboðaðar. Talan var um landingar fyri yvir hálva milliard krónur.
Eingin ávaring
Síðani Fiskimálaráðið gjørdi bart fríggjardagin, eru nógvar landingar og avreiðingar fráboðaðar. Á heimasíðuni ger Fiskiveiðieftirlitið eisini greitt, at í framtíðini verða brotini á kunngerðina frá í fjør uttan ávaring latin fútanum.