- Tíðindi, mentan og ítróttur
13 borgarstjórar skulu manna nýggja kommunufelagið
13 borgarstjórar vera í stýrinum hjá nýggja felagnum hjá kommununum.
Fyri at finna tey 13 fólkini í stýrið, verður landið býtt í tíggju øki. Kommunustýrini í hvørjum øki skulu semjast um, hvør umboðar økið í stýrinum. Eydnast ikki at fáa semju, fer borgarstjórin í størstu kommununi í økinum í stýrið.
Øki, har sum fleiri enn ein kommuna hava fleiri enn 1500 fólk, fáa tvey umboð í stýrið. Stýrið velur formann ella forkvinnu.
Tað stendur í uppskotinum um viðtøkur fyri nýggja kommunufelagið, sum býráðini og bygdaráðini hava fingið at taka støðu til.
Borgarstjórafundir
Felagið skal, sambært uppskotinum, halda fýra borgarstjórafundir um árið.Nýggja felagið skal eisini hava ein stjóra. Kommunustjórar og kommunuskrivarar skulu vera í starvsbólki, sum ger tilmæli til stýrið.
Kommunsamskipanin og Kommunufelagið eru samd um at leggja saman í eitt felag fyri allar kommunur í Føroyum. Kommunurnar hava freist til 1.november at boða frá, um tær taka undir við at skipa nýtt felag.