Kvívík eiga í Mørkini

Kvívík eiga í Mørkini
Kvívíkar kommuna hevur fingið í boði at keypa seg uppí heimið í Streymnesi fyri 5,4 milliónir kr. Ætlanin er eisini at tosa við Vestmanna kommunu, ella at kommunan byggir sjálv.
 
03.10.2013 - 08:44

Kvívíkar kommuna sleppur nú at vera við í røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi, sum er í Sunda kommunu, fyri 5,4 mió. kr.

Á býráðsfundi í Sunda kommunu mánadagin varð einmælt samtykt at samráðast við Kvívíkar kommunu um lutvísa samogn í røktarheiminum á Mørkini.

Kvívíkar kommuna hevur spurt Sunda kommunu, um Kvívík kann keypa seks, sjey ella átta búpláss á Mørkini.

Sosiala nevndin í Sunda kommunu mælir til at lata Kvívík í mesta lagi seks røktarheimspláss.

Fíggjarnevndin í Sunda kommunu tók undir við sosialu nevnd, og nú hevur býráðið samtykt at samráðast við Kvívíkar kommunu.

Kvívíkar kommuna fær somu rættindi og somu skyldur sum Sunda kommuna víðvíkjandi upptøku á Mørkini og viðlíkahaldi og møguligum útbyggingum.

Hvørt pláss á Mørkini kostar 900.000 kr.

Kvívíkar kommuna bað eisini um tilboð frá Vestmanna kommunu um pláss á røktarheiminum Grønanesi, og har er kostnaðurin 1,35 miljónir fyri hvørt plássið.

Dánjal Petur Múller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu sigur, at kommunan nú fer at rokna upp á tølini.

Møguleiki er jú eisini at kommunan sjálv byggir eitt røktarheim, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652