Ongar apotekspengar til serviðgerð

Ongar apotekspengar til serviðgerð
Ætla at broyta apotekslógina í hesi tingsetuni
 
30.09.2013 - 08:48

Fíggjarnevndin vil ikki vera við til at bróta apotekslógina. Og 7,5 milliónir krónur eru ov lítið afturat til serviðgerðir uttanlands.

Tað heldur Fíggjernevndin hjá løgtinginum, sum tekur undir við at játta 7,5 mió. kr. afturat til at senda sjúklingar av landinum. Men nevndin ivast í, um tað verður nóg mikið, tí meirnýtslan í fjør var 10 mió. kr. 

Við teimum 7,5 milliónunum, sum nú koma afturat, kemur játtanin í ár ikki upp á tað, sum hon var í fjør.

Fíggjarnevndin mælir til neyvari fíggjarstýring fyri serviðgerðir uttanlands. Við eykajáttanin, sum nú verður latin, kemur kostnaðurin fyri serviðgerðir í ár upp í 145,5 mió. kr.

Men landsstýrið sleppur ikki at taka pengarnar frá apotekunum. Landsstýrið ætlaði at lata yvirskotið hjá Apoteksverkinum fara til serviðgerðirnar fyri at fáa hækkingina útreiðslunoytrala. Skrivarin hjá Fíggjarnevndini minti á, at lógin um Apoteksverkið, og hon er galdandi enn, sigur, at avlopið hjá Apoteksverkinum fellur til Apoteksgrunnin.

Men í Fíggjarmálaráðnum svaraði ein ráðgevi, at tá landskassin í nógv ár hevur rindað hallið hjá Apoteksverkinum, eigur avlopið hjá Apoteksverkinum at fara í landskassan. Tað er sunn fornuft, segði ráðgevin.

Og Apoteksgrunnurin er í veruleikanum ikki til longur. Hann er tikin við í landsroknskapin. Kortini er lógin, sum sigur, at Apoteksgrunnurin eigur avlopið, ikki broytt samsvarandi tí. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sagt við Fíggjarnevndina, at hann ætlar at fáa apotekslógina broytta í hesari tingsetuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982