- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallið ikki burtur í 2016
"Hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016." Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, endurtikið óteljandi ferðrir - inntil í morgun, tá hann legði fríggjarlógina fyri 2014. Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, tí í fíggjarlógini fyri 2014 vísa framskrivingar, at fíggjarlógin fyri 2016 fer at hava 75 milliónir krónur í halli.
Spurdur beinleiðis, um landsstýrið hevur slept ætlanini um, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016, svaraði Jørgen Niclasen ja. Men hann vónar, at búskaparvøkstur fer at dekka hallið, men sum tølini síggja út í dag, so fer tað ikki at eydnast at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016.
Annars er hallið á fíggjarlógini fyri 2014 250 milliónir krónur.