- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flokkarnir siga sína hugsan um fíggjarlógina
Flokkarnir siga sína hugsan um fíggjarlógina
Sjónvarpskjakið týskvøldið verður sent beinleiðis úr Norðurlandahúsinum
27.09.2013 - 16:10
Fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum fyri næsta fíggjarár verður lagt fyri tingið mánadagin. Í sjónvarpskjakinum týskvøldið fara umboð fyri politisku flokkarnar at skifta orð m fíggjarlógaruppskotið.
Tey verða Johan Dahl fyri Sambandsflokkin, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Poul Michelsen fyri Framsókn og Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin.
Kjaksendingin verður beinleiðis úr athøllini í Norðurlandahúsinum, beint eftir Dag&Viku.
Vertir verða Bogi Godtfred og Beinta Løwe Jacobsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV