Broytingar í skattalógini skulu kannast

Broytingar í skattalógini skulu kannast
Tað sigur formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, nú Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar at broyta skattalógina.
 
25.09.2013 - 09:23

Miðflokkurin ger nú aftur vart við, at hann ikki uttan nakað tekur undir við øllum tí, sum hini í samgonguni fáast við. Jenis av Rana, formaður floksins, sigur, at Miðflokkurin fer ikki at góðtaka broytingar í skattalógini, uttan at avleiðingarnar fyrst verða kannaðar.

Um flatskattin sigur Jenis av Rana, at øll minnast, hvussu farið varð fram eftir fummum, tá skattaskipanin seinast varð broytt. Hetta hendi uttan stórvegis kanningar og móti ráðum og uppskoti Miðfloksins, sum mælti til at steðga á og brúka neyðugu tíðina at kanna allar avleiðingar.

Nú vil Miðflokkurin, sambært formanninum, steðga landsstýrismanninum í fíggjarmálum, áðrenn hann "kemur ov gott í gongd," sum Jenis av Rana tekur til. Tíðliga í summar boðaði Jørgen Niclasen frá, at broytingar eru á veg í skattaskipanini. Embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum vórðu sett at koma við uppskotum.

Ætlanin er at lækka lønarskattin. Men so skal landskassin hava inntøkurnar aðrastaðni. Og tað verður, sum skilst, við fleiri og hægri avgjøldum og tilfeingisskatti. Jørgen Niclasen hevur sjálvur ikki viljað sagt nakað ítøkiligt um sínar ætlanir við skattinum. Hann bíðar eftir uppskotunum hjá embætisfólkunum, segði hann við Útvarpið fyrst í august.

Jørgen Niclasen segði við Útvarpið fyrst í august, at figgjarlógin fyri 2014 skal fáast frá hondini fyrst. Síðani verður farið undir skatta- og avgjaldsbroytingarnar. Fíggjarlógin skal leggjast fram í løgtinginum í seinasta lagi mánadagin. Men triði flokkurin í samgonguni er ikki so avgjørdur sum hinir báðir. - Áðrenn ætlanir um nýggjar broytingar í skattaskipanin verða framdar, vil eg, Miðfloksins vegna, boða frá, at hesar broytingar sleppa ikki so lætt og ókannaðar gjøgnum nálareygað sum tær fyrru, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652