- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinjard á ting fyri Jenis
Jenis av Rana, løgtingsmaður, er farin til New York á aðalfundin hjá ST. Hann hevur tí søkt løgtingið um farloyvi, meðan hann er burturstaddur frá 17.september til 8.oktober. Næsti maður á listanum hjá Miðflokkinum er Vinjard Johansen í Saltangará, sum áður hevur havt sæti á tngi sum varamaður.
Løgtingið samtykti fyrrapartin uttan atkvøðugreiðslu, at Vinjard Johansen kann hava sæti á tingi, meðan Jenis av Rana er burturstaddur.
Vanliga fara tvey løgtingsfólk, eitt úr samgonguni og eitt úr andstøðuni, á aðalfundin hjá ST. Annað er fyrra partin av aðalfundinum og hitt seinna partin. Løgtingsfólkini eru við í donsku sendinevndini sum eygleiðarar á aðalfundinum hjá ST, sum er í New York um heystið.