- Tíðindi, mentan og ítróttur
Effo ætlar at byggja bensinstøð í Hoyvík
Ein bensinstøð skal byggjast við Vegin langa í Hoyvík, millum Per Mohrs veg og Djúpagilsvegin, niðan fyri Býlingshúsið Vesturi á Flat. Effo vil sleppa at keypa 2000 fermetrar frá kommununi til bensinstøðina. Sjálv støðin verður 350 fermetrar.
Býráðið samtykti í gjárkvøldið at játta umsóknini frá Effo. Men neyðugt verður at broyta byggisamtyktina har á staðnum, tí stykkið, ætlanin er at byggja á, er í A1 øki, sum er ætlað til sethús. Við undantaki av bensinstøðini á Frælsinum, sum er í A1 øki, eru allar hinar bensinstøðirnar í Havn í C økjum.
Býarskipanardeildin hjá býráðnum mælir tí til, at byggisamtyktin fyri økið við Vegin Langa verður broytt til C1 øki. Og kommunan kann heldur ikki uttan nakað selja Effo grundøkið. Tað er størri enn 300 fermetrar, og skal tí bjóðast út í fríari sølu, ella hava góðkenning frá Innlendismálaráðnum.