Nú eru vit nummar 182 av 207 londum

Nú eru vit nummar 182 av 207 londum
Ikki síðani mars í 2009 hevur føroyska fótbóltslandsliðið verið so lágt styrkismett
Føroyska landsliðið er í einum aldudali
Mynd: Mortan Mortensen  
 
12.09.2013 - 15:54

Føroyska landsliðið er í einum aldudali. Tað staðfestir styrkismetingin hjá FIFA.

FIFA kunnger í dag - á ársdegnum fyri sigrinum á Eysturríki í 1990 - ein nýggja styrkislista, sum vísir, at Føroyar  nú eru nummar 182 av heimsins 207 fótbóltslondum.

Hetta er lægsta styrkismeting, Føroyar hava fingið, síðani mars 2009.

60 pláss niðureftir

Sostatt eru Føroyar dotnar 60 pláss niður eftir FIFA-styrkislistanum, síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari 8. november 2011. Tá vóru Føroyar styrkismettar sum nummar 122.

Orsøkin til vánaligu styrkismetingina er, at føroyska landsliðið hevur tapt allar sínar dystirnar, síðani juni 2011. Metingin verður sjey til átta pláss verri, av tí at sigurin móti Litava í september 2009 er meiri enn fýra ára gamal, og telur tískil ikki við longur.

Tað lægsta, Føroyar nakrantíð hava ligið á FIFA-styrkislistanum, er nummar 198, og tað var í september og oktober í 2008.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772