Lærarar samráðast um nýggjan sáttmála

Lærarar samráðast um nýggjan sáttmála
Hesa ferð fer Lærarafelagið at samráðast einsamalt og ikki saman við øðrum fakfeløgum
Herálvur Jacobsen er formaður í Lærarafelagnum
 
11.09.2013 - 09:45

Í morgin verður fyrsti samráðingarfundurin millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi 1.oktober. Á fundinum, sum verður í Fíggjarmálaráðnum, verða mannagongdir avtalaðar, og skrá gjørd fyri samráðingarnar.

Hesa ferð fer Lærarafelagið at samráðast einsamalt og ikki saman við øðrum fakfeløgum. Samráðingar um lønirnar hjá nógvum fólkum, sum arbeiða hjá tí almenna, eru nú í september, tí sáttmálarnir fara úr gildi 1.oktober.

Stór fakfeløg

Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru millum størstu fakfeløg, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, og tey skulu samráðast um nýggjar sáttmálar nú. Harafturat skulu fimm onnur fakfeløg hava nýggjar sáttmálar.

Størsta felagið, Starvsmannafelagið, hevur sáttmálar heilt fram til 1.oktober í 2015. Og tað hava 13 onnur feløg eisini. Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara ikki at bjóða hinum feløgunum meira hetta til 1.oktober í 2015 enn hini feløgini, sum hava sáttmála til 2015, hava fingið, sigur Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini.

Men Lønardeildini fer ikki at nokta at gera sáttmálar, sum vara longur enn til 1.oktober 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856